Brúðarvísan (Seinni parturin)
Brúðarvísan. Trýst á "more info" fyri at síggja sjálva tekstin. 14. At hon tann veikari parturin er, tí maðurin høvdið er blivin, men legg í minni, tað soleiðis fer, hon manninum undir er givin á sama máta, í somu brøgd, sum kirkjan er undir Kristus løgd, hon verður ei niðurrivin. 15. At kvinnan mansins krúna er, ber Salamon okkum í minni, og manni sínum alt gott hon ger av fríum hjarta og sinni, hon hugnar sær heima við búnað og borð, og mannin vinnur hon fyri Guðs orð við lívinum úti og inni. 16. Tí er tað, at maðurin ikki skal høgt herska í húsarhaldi men ansa eftir og minnast væl, hví honum er givið valdið; finnur hann tað ikki innanífrá, kunnu Petrus og Paulus minna hann á, eftir hvørjum sum Kristus fortaldi. 17. Í fyrra epistli sankta Petrus mangt um hjúna-reglur útgreiðir, og Paulus hann skrivar harum langt og hjún til dygdir leiðir í brævinum, hann læt skriva sær til kirkjufólkið, í Efesus var. Hann vinnur, sum harúr eigur. 18. Úr paradískelduni rann ein á, hon fleyt út um alla heimin, har stóðu Guðs einglar og stroyddu út sáð, sum breiddist um allan streymin. Har vuksu bæði rósur og liljur uppav, men ein sáddi klintu, meðan fólkið svav, og droymdi tann falska dreymin. 19. Sum rósan og liljan í stillari lund av sólarhitanum trívast, so maðuri og vívið í friðarstund av Paradísgleði upplívast, ja, lat okkum biðja fyri teimum í dag, sum góvu seg inn undir hjúnalag, av klintan av garði má drívast. 20. Men rósan og liljan mugu blóma væl og anga um allar dagar, at tregi og mótgangur fellur sum spæl, at tíðin heilt hjálparleys gnagar, men kenna seg altíð í Harranum glað, ja, kundu vit øll fáa hetta í lag, hvør er hann, sum tá okkum skaðar. 21. Sum Salamon segði, skal tíð til alt, og ein er tíðin at dansa, lat flóna hvørt hjarta, sum fyrr var kalt, lat nýgiftu hjún umkransa. Og haldið á gólvið ein glaðan ring, tí brúdleypsfestin er gleðisting hjá teimum, sum heiðurin ansa. 22. Dansur og spæl eru gleðisbrøgd, frá upphavi hava so staðið, slík evni í alla skepnu er løgd, alt vísir á sama lagið, og loyndarkraftin er brúdleypsdag upplívar fólkið, ger tey so glað sum nýgiftu hjúnini bæði. 23. Við brúdleypsgildið bæði gomul og ung upplívast av sannari frøi, hjá honum, sum tíðin fellur tung, tá lættir um hansara møði. Tann gamli við ungdómin frygdar seg, tann ungi seg gleðir til manndóms veg, sum ikki kann vera so løgið. 24. So gongur tann gleðisstreymur í ring frá barni til abban gamla, ja, slík ein veitsla er heiðursting, sum so kann fólkið samla. Her kunnu vit loysa hvønn tyngdarknút, sjálv rósan kann spretta av tistli út, so fegin øll frameftir damla. 25. Hvat kann væl hugsast, sum betri er enn gleðin, sum ber av tíð góða, hvar hjartað hitt reina ta frøi ger, sum lýsir av andliti fróa við reinlittum roða sum summardagssól, tað vísir til hjartað, at har eru jól og alt, hvat sum gleði kann bjóða. 26. Lat gleðina ljóma um hesi tvey, sum tú vildi saman beina! Várharra hann leiði og stiði tey, til tíðin seg sundur man greina sum hann leiddi mangan til evstu nátt. ja, vit mugu sanna, tað er ikki gott, at maðurin livir so eina.

Brúðarvísan (Fyrri parturin)

Da Bartali Crew Live

Unbelievable Smart Worker & Hilarious Fails | Construction Compilation #8 #adamrose #smartworkers

Várharra hann segði

Amazing Takeoff at Saba Airport! Pilot Risks Everything on the World’s Shortest Runway

7 GOALS AGAINST BRAZIL?! THIS IS INSANE 🤯🇩🇪 ALL GOALS!

Rowan Atkinson's Brilliant Humor Leaves Celebrities in Tears!

My Golden Retriever Heals a Terrified Rescue Kitten in Just 3 Meetings!

Persian Jazz – The Melancholy of Segah | 1 Hour Mix

Alice Weidel rechnet mit der kompletten politischen Klasse ab! - AfD-Fraktion im Bundestag

Klaksvíkar Dansifelag - Brúðarvísa (við teksti)

Unbelievable Smart Worker & Hilarious Fails | Construction Compilation #1 #adamrose #smartworkers

Emotional Traditional Irish Folk Ballads☘️Songs That Remind You of Ireland

Straßen, die es nicht geben dürfte | Die gefährlichsten Wege der Welt | 4K Doku

Michael Bennett Tells His Story, Then Sings “Stand By My Grave” | AGT Style

BLÅ vs RØD m. Mads Strange og Magnus Georg Jensen

Viking nordic song Herr Manneling & Yggdrasil

Nobody Breaks Celebrities Like Rowan Atkinson

Hrdza - Thunder Beats Wildly (Štúr Closing Credits Theme)

