Brúðarvísan (Fyrri parturin)
Brúðarvísan. Trýst á "more info" fyri at síggja sjálva tekstin. 1. Várharra hann segði, tað er ikki gott, at maðurin livir so eina, tí setti hann Ádam og Evur so brátt í hjúnabandið tað reina. Tey tvey skulu vera so sum eitt ta læru fedrarnir týða so greitt tann læran hon er tann beina 2. Ein frøi hann er fyri kvinnu og mann tann hjúnaskapur so dýrur, sum tvífalt okkum gleða kann, tá Harrin verkinum stýrir. Tit lýðið tí á og hoyrið til, tit brúðarfólk og hvør, sum vil, hvat skriftin harum skýrir! 3. Ábraham ríkur sum fáur var til fólk og fæ og jarðir, men tøkk fyri alt til Guð frambar, sum øllum góðum sparir, hann gav sínum soni sín eigindóm, bæði fólk og jørð í besta blóm og allar dýrar varur. 4. Hann gav honum alt, hvat ið nevnast kann, enn eitt var eftir at vinna, at gera sín son til rættan mann, har vantaði bara ein kvinna, men hon var ikki góð at fá, tí Kánans land alt heiðið lá, har eingin var verd at vinna. 5. Sær sonarkonu Ábraham ei úr heiðinskapi gat søkja, hvar fólkið kreyp á dimmari leið, í óvit læt seg fløkja: Tey telgdu sær gudar og setti á fjøl og leikaðu um teir við óvitaspøl. Slíkt heidna-myrkrið man økja. 6. Men Ábraham, sum Guðs vinur var og alra trúgvandi faðir, hann sendi sín svein langt burtur har til sínar ættarstaðir at søkja sær sonin brúður harfrá, hvar sannan Guð tey trúðu á, og heidna-myrkrið ei bagir. 7. So Ábraham gjørdi, sum júst ikki tí tað okkum til reglur skal vera, nú hjartasakin er meira frí, vit lógar tvingsil ei bera; tað gamla er umliðið, alt er nú nýtt, í kærleika hvør kann virka frítt, hvat reintonkta hjarta vil gera. 8. At frændur so finnast, ein gleði tað er, sum væl er verd at goyma, men hjúnabandið mest frøi eger, tað mugu vit ikki gloyma. Tí leggi í huga og minnist hará, hvar kærleikskeldan sprettur frá, sum hjartavarman man eima. 9. Sum Ábraham gleddist, tá Evu hann sá, so gleðast vi enn um stundir; tí so er nú Guðs alvísa ráð, at vit um kærleiksfundir skulu finna hvørt annað, sveinur og moy, og ganga so fram eftir kærleiksleið um gønar líðir og lundir. 10. Sum sveinurin gleddist, við brunnin stóð og sá kamelarnar renna og flyta ta gentu, sum honum var góð, so kærleiksvarmin man brenna. hjá mongum, sum yndast um stundir enn. Tann varman hann fjálgar kvinnur og menn, sum mangur kann sanna og kenna. 11. Tann setningin salamon setti í ring: Hvør góða konu man eiga, av Harranum fær hann eitt hugnaligt ting, harav ein mangt kann leiða. Ja, vínið í Kána tað minnir oss á, hvar gleðin hin sanna sprettur frá, sum seg so djúpt kann breiða. 12. Av kærleika alt er sprottið út, av kærleika ljósið ljómar, í kærleika binda vit best tann knút, sum steingir út sorgirnar tómar; í kærleikakeldu vendist vatn til vín, tann keldan hon bjóðar øllum til sín, har rósan og liljna blómar. 13. Í kærleikskeldu er pernlan huld, tann vísdómsperla teir kalla, hon mongum er hulin, men tó ei huld, so løgið kann tað nú falla, tann vísa kvinnan uppbyggir sítt hús, hon virkar í heiminum fró og fús bæði uttan og innan halla.

Alice Weidel's bombshell speech in the Bundestag: Merz destroyed

Nobody Breaks Celebrities Like Rowan Atkinson

Soia E Te Fa'atolo Ulu

They Didn't Like Her Look, But Then She Sang Like a Star! 🤩

Wichtigste Kirche der Ukraine in Flammen + Selensky mit Tränengas gegen EIGENE Bevölkerung!

Unbelievable Smart Workers | Genius Construction Skills, Crazy Fails | Part 114 #construction #smart

Rowan Atkinson's Brilliant Humor Leaves Celebrities in Tears!

Down to the River to Pray - The Petersens (LIVE)

Niemand kaufte die Apache-Frau. Ein Cowboy tat es – was dann geschah, schockierte alle.

Georgia’s Deadliest Winter Lifeline

Духовная песня "Пустеет в доме христианина"

Ubuntu Voices – Ancestral Breath | Sacred African Choir

Why Trump and Putin are currently failing – Analysis with military economist Keupp I ZDFheute live

Elfenbeinküste - Ecuador | Highlights FIFA WM 2026 | MAGENTA TV

Royal wedding: Princess Märtha Louise of Norway marries Ari Behn in 2002

Listen and Feel the Peace | Tibetan Healing Sounds for Deep Meditation, Inner Peace & Soul Healing

Unbelievable Smart Worker & Hilarious Fails | Construction Compilation #1 #adamrose #smartworkers

Lonely 92 year old grandfather lives out his life in the mountains far from civilization

MERZ ATTACKS WEIDEL LIVE IN THE BUNDESTAG – THEN THINGS ESCALATE!

