Klaksvíkar Dansifelag - Brúðarvísa (við teksti)
Brúðarvísa (Orð: Eyðun Eliasen) Lat okkum taka saman og út á gólvið stíga, til at heiðra brúðarparið, sum nú læt seg víga. Niðurlag: Komið nú øll - fólk frá nær og fjar, Upp á gólv at heiðra hetta brúðarpar! Sum siður er í Føroyum ein slíkan brúdleypsdag, trína vit í brúðardans í góðum veitslulag. Her veitslugestir røða, her eru øll so glað. Nú vit vilja kvøða um tykkar hjúnalag. At leggja ástir saman frá ungun árum av, tað er okkar náttúra, sum Skaparin oss gav. Í parlagi so nýggjum øll flúgva móti ský á ljósareyðum skýggjum har sveima eina tíð. Sum tíðin undan gongur, alt fellur meir til ró. Bæði kennast betur og gerast meir enn góð. Tá leitar fram tann dreymur, sum ikki nýtist orð: tað at seta føtur undir egið borð! So hugaligt er altíð at rigga reiðrið til, hugna um og fríðka, tá bæði draga til. So gott at ganga saman trúlovaði og glað. Eggjar ástarglæman tó inn í hjúnalag. Tá kærleikin hann ræður, er hjúnarlagið rætt. Í kærleika at semjast tað mangan kennist lætt. At verja hjúnalagið og liva tað so reint, mugu tit nú bæði - og halda tí á beint. Um mótburður vil herja, og alt gerst tungt og grátt, tá tit mugu verja um hjúnalagið gott. Í álvara og gaman, tit livi nú sum eitt, so fær ástarglæman allar fløkjur greitt. Tað at vera maki, og tað at vera par, tað skal geva rúm til at svara hvør í sær. Tað at vera maki, og tað at vera par, er at fáa kærleika og geva hann frá sær. Við álit á hvønn annan øll hjún seg føla best. Tað má galda bæði og vera treytaleyst! Við tolsemi og virðing ein maki byggir brýr, dregur fram tað besta, hann følir í sær býr. Um tvístøða fær valdið, og øðin ráða skal: leitið hjálp hjá øðrum, sum skilja tykkum væl. Tað, maður ikki megnar, og kvinna heldur ei, tað kann Guð í himlinum venda rætta leið. Tann sanni Guð í himli á øllum hevur ráð. Hann vil tykkum hjálpa, tá tit hann heita á. Tá løtur kennast svárar, og angist um seg ger, tá er gott at vita, at Guð hin sami er. Vit tykkum báðum ynskja, at eydnan fylgja skal, og at hjúnalagið hjá tykkum gongur væl. Við vón um alt tað besta og Harrans ríka frið, ynskja vit nú báðum og hjúnalagnum við. Nú brúðarvísan endar - í góðum veitslulag ynskja vit "tillukku" við degnum her í dag! Eyðun Eliasen

Klaksvikar Dansifelag - Brúðarvísa

Barnaróðurin 2024 - Eystanstevnan

Schweden – Tunesien Highlights | Gruppe F, FIFA WM 2026 | sportstudio

Brúðarvísan (Seinni parturin)

Grækarismessuhaldið í Skálanum

Unbelievable Smart Worker & Hilarious Fails | Construction Compilation #8 #adamrose #smartworkers

The Most Famous Classical Music Ever 🎼 Vivaldi, Beethoven, Wagner, Chopin, Mozart, Tchaikovsky

Páll Solmunde talar og Eyðun Jacobsen framførir við sangi

Pod oblôčkom murovaná studňa

DE NATTERGALE: Det er tilfældigvis no'ed jeg ved no'ed om (live 2015)

Niederlande – Japan Highlights | Gruppe F, FIFA WM 2026 | sportstudio

Finnur Fríði - VARÐIN

Masser af succes // DR Pigekoret feat. Mattias Kolstrup (LIVE)

Fram við landi við Dánjal í Klingruni, 2. sending frá 1976

Sinklars vísa

Unbelievable Workers Compilation | Working with Talented Engineers #45 #adamrose #smartworkers

I ærlige brudefolk

Da Bartali Crew Live

Sannulena í Vágum.wmv

