Tónlist - Føroyar Tá Sólin

Orð: Petur Michelsen Lag: James A Bland 1. Føroyar tá sólin í tindrandi megi stavar á firðir og dandandi vág, tá kemur hugsjónin til mín i gleði: Føroyar er land mítt – her aldist eg á. 2. Tá ið so skýmingin sígur um landið, kámast burt alt, eg í dagsskini sá. Aldurnar tutlandi spæla á sandi – stjørnurnar glitrandi glampa á vág. 3. Føroyar, tá stormur í leikandi øði skakar og knasar – eg dragist at tær. Tá ið so hvirlurnar leggjast av møði, alt verður kvirt – tað er dýrd víða hvar. 4. Føroyar, tá stórkavin leggur seg niður, alt verður snjóhvítt úr tindi í strond, tá kemur til mín hin sælasti friður, hugtekur meg – tú ert best millum lond. 5. Føroyar, tá mjørkin á sumri teg fjalir, tindarnir klárir tó glitra í sól – og tá ið sólvindur millum teir spælir veit eg, tú altíð skal vera mær ból. 6. Føroyar í brimduni, Føroyar í stilli, Føroyar í havódn og Føroyar í logn, Føroyar við tínari náttúru villu, Føroyar – tú ert mær mín dýrasta ogn.