Jú, Men - Meg Minnist Eina Mynd
Orð: Hans Andrias Djurhuus Lag: Jógvan Telling Joensen Viðmerking: Yrktur í 1914. 1. Meg minnist eina mynd – eg var lítil tá, Tó fagrari mynd eg aldri sá; Tað var lítil bygd, fram við vatn hon lá Og húsini vóru so fitt og smá 2. Í bønum á blik, løgdu gentur løk, og roykurin rak yvir grasgrøn tøk. Hvør klettur sum skarlak litaður var, Og krúnu av tárni tindurin bar. 3. Ein drongur við tráðu sat vatni hjá, ein áarløkur rann skamt har frá. Ein tjóðraður hestur í beiti stóð. Í lofti kvað fuglur sítt kvøldarljóð. 4. Alt átti so friðarligt hvíldarlag- kvøldarhvíld eftir strævnan dag. Sólin var farin um fjallaskarð Tó enn stóð glæman og lýsti har. 5. Ein føgur, ein yndislig summarmynd við sólseturglæmu um høgan tind – Og eg kann minnast, eg ynskti mær, At mær mátti unnast at búgva har. 6. Tó aldri eg enn slíkt stað havi sætt, og einki havi eg frá tí frætt; og myndin er burtur – skrødd ella brend, og eina mynd av mær, ongum øðrum kend.

Millum Frændur - Kanst tú siga Farvæl

Eyðun og Terji - Handan Mjørkan

Unbelievable Workers | Working with Talented Engineers #46 #fail #adamrose #smartworkers

Langt burt frá øðrum londum - The Faroe Islands

Irish Gaelic Healing Music | Celtic Harp, Uilleann Pipes & Soft Spiritual Vocals

4 - Her Er Løtan

Michael Bennett Tells His Story, Then Sings “Stand By My Grave” | AGT Style

Debess & Petersen - Bláa Húsið

Rowan Atkinson's Brilliant Humor Leaves Celebrities in Tears!

Annika Hoydal - Í dans

Alt Tú Ert Fyri Meg

Unbelievable Smart Worker & Hilarious Fails | Construction Compilation #8 #adamrose #smartworkers

Hans Jacob Hjelm - Ryskidalur

BJARKI - “Spor í sandi” eftir Martin Joensen.

8/13. The half century of Faroese music 1956-2005 (Minnist tú enn?)

Hypnosan - Kvæðið um Hargabrøður

Svein í Prestgarði - Eitt betri lív

