Vestmannasangurin

Orð og lag: Martin Joensen 1. Komu tey ein kaldan heystardag av havinum og nomu hendan stað. Tey funnu trygga havn, og góvu tær títt navn, favnur tín var opin Vestmanna. 2. Garðar festu rót í tíni jørð, knørrar fluttu fólk um fagran fjørð. Tú hoyrdi børn so kát og sáran kvinnugrát. Sorg við látur skifti, Vestmanna. 3. Av Heyganesi komu tey hvønn dag í brøttum brekkum, seigt er gongulag. – Tit eru henda bygd, tit vilja henni trygd: Verji tíni virði, Vestmanna. 4. Øldir brutu yvir Fjarðasand. Fossá kveikti ljós í Føroya land. Tín máltráður um fjøll bar boð í hvørja Høll: Nýggjar tíðir yvir Vestmanna. 5. Djúp sum Heljareyga er tín sál, í takksemi eg drekki tína skál. Tú kennir tíni – í lýðku sum í ódn verð í mínum hjarta, Vestmanna. Viðmerking: Yrktur í 1993 eftir áheitan frá Vestmanna sangkóri.