Marnar og Árni - So Langt Eg Kann Minnast
Orð: Líggjas á Váli Lag: Knut Røhr-Staff 1. So langt, eg kann minnast, so havi eg hoyrt um náði og frelsu og frið, um Gud, sum sín Son gav í okkara stað og altíð er við vára lið. So nógv, sum eg hoyrdi, so helt eg tó tað, at hetta var ei fyri meg, at hetta galt onnur, sum livdu í synd og tí máttu umvenda seg. 2. Men tøkk fái Gud, at ein dagur upp rann, tá hann vildi vísa mær tað, at leiðin, eg gekk, var ein undirgangsleið og bar mót fortaping ein dag. Hann vísti mær tá út á Golgata heyg, hvør søt var tann sjónin at sjá: Guds Sonur hekk har undir mínari synd, øll skuldin varð út strikað tá. 3. Eg fell har á knæ, og mín tunga varð loyst, eg tilbað mín Harra og Gud, sum strítt hevði stríðið og tikið mítt pláss, og frelsan har fall mær í lut. Mong ár eru liðin, men vitna eg skal, at hann er mín klettur, mín borg, hann leiðir, hann fylgir, hann varðar mín fót, ein vinur í gleði og sorg. 4. Hvør signað at vita, at leiðin nú ber mót lívsins, tí æviga stað; øll tey, sum í trúgv hava litið á hann, har frelst skulu standa ein dag. Mín vinur, sum enn stendur ivandi her, tær tørvar eitt einasta stig, tak móti Guds Soni, kom lít á hans blóð, hann gevur tær frelsu og frið.

So langt eg kann minnast

Marnar & Árni - Heimbygdin Porkeri

Líggjas Á Váli - So langt eg kann minnast (1964)

Kendar Røddir - Eg Siti So Eina

Best 1960s Country Music Playlist 🤠 Golden Era Country Classics Where Every Song Tells a Story

Heine Lützen - Jesus Hitt Einasta

Marnar & Árni - Tú Føddur Føroyingur Fríður

Psalm 91 ✨ Relaxing Christian Jazz Music for Prayer & Protection

GMEM Tingkauh chaeng vol 2 Nzaengdih lim khou

Marnar & Árni - Mær er kensla í barmi.

Eydun Jacobsen og Kvartettin í Betesda - Ei nýtist mær óttast

Søguna sig mær um Jesus

Gudmund Larsen - Harri hav takk

Slow Down Tonight 🌙 | Peaceful Cello & Piano for Relaxation

Sov nu smukt og længe

Gomul Minnir (feat. Marnar & Árni)

Til allar vinir

Your Favorite Worship Songs 2026 - Nonstop Playlist featuring Top Worship Songs of All Time

Ger tað sindrið tú kanst

