Hanus G. - Deyði Magnus Heinasonar
Orð: Poul F. Joensen Lag: Hanus G. Johansen Siti eg eins og ljónið, ið lokkað í fellu er, bundin av donskum trælum, feldur á sigrandi ferð, sakleysur dømdur til deyða, – teir lúrdu mong Harrans ár – tó um meg sjálvan eg ikki felli eitt einasta tár. Føroyar, mítt føðiland Føroyar, mítt neyðar happaða land, hvør skal nú vera tín verja, og breðga mót ránsmonnum brand; ogn tín av landi er drigin, meinslað smábørn og menn, hertiknar fjallalands døtur: av harmi eg grísli tenn. Var bert sjórænarin verstur – men verri hin ránsmaður var, sum í tíni borg tók valdið og sýgur mergin úr tær, rakdanin feitilendi gjørdi mítt fjallprúða heim, tú ert sum ræið, har ravnar gorrandi halda gleim. Fríborna oyggjaslagið traðkað í díkið er. Eg vildi okið kvetta, tí siti eg bundin her, so djúpt er Føroyingur sokkin, at landsins álitismenn krúpa sum bankaðir hundar – vaknið og vísið tenn! Teir selja land og seg sjálvar, bert Danin rós teimum ber, hvørt leggald, ið danskt kann gala brátt teirra avgudur er, teir látast helvitis kalar mót landsmonnum bondskir í gerð, men dintil er oman høvdið, bert Dani í eygsjón er. Aldri eg skomm tær gjørdi, hvar eg um heimin var, Írarnar heim aftur rak eg og stygdi Skotar frá tær; virdur í Spanialandi, vítt bar eg, Føroyar, títt navn, Brittar og Hálandsmenn flýddu, orð fleyg av mær havn úr havn. Hoyri eg hurðar ríkja, hel fyri durum er, kundi eg gloymt tín vanda, eg fór sum til brúðleypsferð, er tað tú, kolsvarti prestur, skriftamál mítt tú hoyr, lat so Valkendorf frætta, hvussu ein Føroyingur doyr. Trýrt tú, eg óttist deyðan, at tú setir dirvi í meg, nei, hálshvíti, gudilig lótir rína so lítið við meg. Jú, tit tæna kærleikans drotti, sum steikja í túsundvís frægastu menn og kvinnur honum til æru og prís. Deyðin ein leikbróðir var mær við Grønlands ísbardu strond, á Atlants stormgoystu bylgju, við sólfevndu Miðalhavs lond. Er eitt land handan sýni, øll hittast á einum stað, men, um so er ella ikki, eg fái at vita í dag. Lær teg at ganga í deyðan eins og til veitslu, sum eg, vaktari, lat okkum fara, teir skulu ei bíða meg, vilt tú meg blinda, bøðil, títt neyðardýr, kennir tú meg. Hevur tú frætt, at Magnus nakrantíð bliknaði? Mangan mót deyðanum havi eg herjað og veitt honum fong av Turkum og Fransum, tá knøttur sang brakandi gravarsong; rist ei á hondum, trælur, tá tú høggur sakleysan mann, bið Valkendorf ikki gráta, tá hevndin fær kløur í hann. Bøðil, flyt meg úr heimi, eg vamlist at liva her, hvar trælir seg sleikja til valdið eins og nú Valkendorf ger; øll míni brøgd og roysni Føroyingum vígdi eg. Føroyar farvæl, mín móðir, eydnan signi tín veg.

Av stólinum presturin røddi so SN

The Weary Soil | Mississippi Delta 1930s

Hanus G - Saknur

En tater på vandring

Hanus G. - Vónsvikin

MIKE - Summarið við tær

Rowan Atkinson's Brilliant Humor Leaves Celebrities in Tears!

Unbelievable Workers | Working with Talented Engineers #46 #fail #adamrose #smartworkers

Mikael Wiehe - Titanic

Eyðun og Terji - Handan Mjørkan

Hanus G. Johansen - Átjan

Svein í Prestgarði - Eitt betri lív

Grímur á Miðalnesi.

Unbelievable Smart Worker & Hilarious Fails | Construction Compilation #1 #adamrose #smartworkers

Hanus G Johansen - Ein yrking um lívsins yrking

Legendary American Folk Songs 🤠 Country Classics Reimagined

Mark No Limits - Syngja Sama Lag

Herman Jacobsen - Jippi, jippi, jei

