Av øllum tí góða sum Guð hevur gjørt - Anna Lovisa Mýri

Orð og lag: Steintór Rasmussen Sangur: Anna Lovisa Mýri Klaverspæl: Tummas Pauli Mýri Strúkarar: Ingi Isaksen Upptikið og ljóðblandað: Erik Biskopstø Filmað, klipt og sett saman: Eyðbjørn Jacobsen Av øllum tí góða, sum Gud hevur gjørt Ert tú ein gáva eitt undur so stórt Eg trúgvi ein eingil vil vera hjá tær Sum hoyrir títt hjarta og veit at tað slær Av øllum tí vakra, sum Gud hevur gjørt Ert sólin á himli, sum lýsa vil bjørt Hendurnar smáu tú rættir mót ský Tú tendrar eitt ljós í tí myrkastu tíð Tey smáu hann biður koma til sín Á himli og Jørðini viljin er tín Kærleikin trúgvin og vónin so sterk Takk fyri lívið títt skapanarverk Av øllum kæra, sum finst her á fold Tað lívið vit fingu úr vøggu í mold Signa mær dagin ver tryggasta havn Barnanna vinur mítt dýrasta navn Tøkk til starvsfól og børn í Snjallubjallu og foreldur