Hermann & Hannis - Per Fór Til Havnar
Orð: Sune F. Jacobsen Lag: Vísulag (Pål sine høner) Viðmerking: Yrktur til V4 sending 11. desember 1971. 1. Per fór til Havnar at keypa sær vøttir, svintu og annað sum krevst til ein túr. Fór inn á gólvið hjá sínari dóttir legði seg niður og fekk sær ein lúr. Vek meg aftur, tá útvarpið kemur. Sjálvandi faðirsins vilja hon fremur. Útvarpið kemur og sigur so tað “Um átta minuttir fer Másin avstað”. 2. Skóleysur Per upp av sofuni flýgur, spyr hvussu ólukkan hetta ber til. Bannar eitt sindur, men skilir umsíðir, Strandferðslan sjálvandi ger sum hon vil. Ferðaætlan skal eitast at vera. Harragud veit hvussu teir mingilera. Har er tó einki at gera við tað. “Um átta minuttir fer Másin avstað”. 3. Ikki so lættur á beinunum longur skundar sær kortini alt tað hann kann. Tungan so langt út úr munninum hongur, børnini ræðast tann ókunnumann. Eingin bilur og tungt er at bera, mong vóru ørindi eftir at gera. har er tó einki at gera við tað “Um átta minuttir fer Másin avstað”. 4. Alt meðan Per gjøgnum býin sæst halta uttan at unna sær hvíld ella steðg. Sandingur situr í stóli hjá Hjalta, letur har falla sítt vælvaksna skegg. Hjalti rakar, men óreinsettur, noyðist at geva, tá helvtin er eftir. Har er tó einki at gera við tað, um átta minuttir fer Másin avstað. 5. Tvey eru komin til Havnar at vígast, borðreitt tey hava á Sandi til fest, tí kann so illa við vígsluni bíðast, presturin skrumblar tey saman sum best. Av tí tey óttast, at Másin skal fara, eydnast bert øðrum sítt jaorð at svara. Har er tó einki at gera við tað “Um átta minuttir fer Másin avstað”. 6. Demmus hann skvamblar í bastovuni síni vaskar sær ryggin, sum helst treingir til, hoyrir so útvarpið, óreint í trýnið finnur nóg illa á klæðunum skil, svartur skógvur og brúnur tann eini, skøðir seg kvikkliga, skeivt uppá beinið. Har er tó einki at gera við tað “Um átta minuttir fer Másin avstað”. 7. Sjáldsom er gongan, um skerstokkin dettur, tungt er at renna mót tíðini kapp. Illur er onkur, ið kanska lá eftir, glaður er hann, ið við skipinum slapp. Onkur lovar at fara til fútan, annar at geva Jóhann upp á snútan. Har er tó einki at gera við tað, “Um átta minuttir fer Másin avstað”.

Hermann Jacobsen & Hannis - Niklas Hjá Pena

Til Havnar Vit Fara

Unbelievable Workers Compilation | Working with Talented Engineers #45 #adamrose #smartworkers

The Kindest Royal Guard Moments Ever Recorded ❤️

KÍ Klaksvík Golden Team 1966-1972 (»66 liðið«)

Hermann syngur V4 tátt um Zakarias Wang

Princess Of Boogie Woogie Delights Everyone

Try Not To Laugh 🤣😂 Best Baby And Dog Funny Moments Ever

Den Forkerte Kvinde Soldat Vil Smide Hende Væk Få timer senere fortryder han ALT

Kyndaravalsurin

Unbelievable Smart Worker & Hilarious Fails | Construction Compilation #7 #adamrose #smartworkers

Finnur - Undurfulla Land

The Judges Didn't Think She Could Sing... But Then She Opened Her Mouth!

They Called Kung Fu “Dancing” Until Bruce Lee Entered the Ring Against 3 Karate Giants

Til Havnar Vit Fara

People Who Messed With The Royal Guard and Regretted It!

The Match That Made Brazilians Hate Germany

Rowan Atkinson's Brilliant Humor Leaves Celebrities in Tears!

Kvinnan i jackan vägrade flytta på sig Vad soldaten inte visste kostade honom hela hans framtid

