Lítli Snar
Hvør er hasin, ið situr har? Tað er eingin annar uttan lítli Snar. Aldrin í verðini, nei, ongantíð, sást tú ein lítlan hvølp, sum so synd var í. Stór er sorg og sút, hann er koyrdur út, bukaður við snørinum, sum hevur stóran knút. Gamla Anna hevur ongan mann, tí var hon so ógvuliga góð við hann. Drakk bara róma, át køkur uttan tal, sukur og annað, sum smakkar væl. „Lítli, fitti Snar, eingilin hjá mær. Alt tað besta, sum er til, tað skal eg geva tær.“ Gamla Anna hevur einaferð átt ein dýran vasa og ein urtapott. Hvørgan teirra hon eigur meir, tí Snar hevur brotið teir báðar tveir. Tá var Anna óð. Men hon var grumm og sló, tá Snar hann lyfti beinið upp, har beint sum prestur stóð. Ja, flongdur var hann og situr nú har, og gamla Anna sigur: „Ljóti Snar!“ Men Snar skilur ikki, hví hon sigur tað, tí hann hevur einki petti ljótt gjørt í dag. Tó alt tað sama ger, so illur Snar nú er, ætlar sær at rýma út í stóru køldu verð. So kann gamla Anna hava tað so gott, sova aleina hvørja einastu nátt, so kann hon angra og taka sær nær, at hon var so ill við lítla Snar. Men fjálgt er innan tjøld, og verðin hon er køld, og nú er eingin dagur meir, men myrkur, regn og kvøld. Ongar køkur at eta sær, og eingin rómi til lítla Snar. Oyruni hanga, tað dryppar úr teim, halan millum beinini, hann spelar títtur heim. Vátt er hár og skinn, tár ber hann á kinn: „Gamla Anna, lat nú upp, tí Snar vil sleppa inn.“ „Aldrin aftur í verðini skal Snar vera ljótur og gera fortreð, ikki bíta kettuna og ikki gera vátt, og aldri bróta vasa ella urtapott. Men tú mást skunda tær, tí nú er synd í mær. Og brátt so eigur gamla Anna bert ein frystan Snar.“ Orð: Mourits Mohr. Lag: Caroline Schytte Jensen Sang: Naomi Klaver: Laila Rajani Færø Snar: Nala Filmað, klipt og sett saman: Árni Øregaard

Mæ mæ mæ

Góða mamma eg vil sova

God Says:"STOP HERE — LISTEN AND HEAR ME SPEAK"/God Message Now/God Message

Jólamenninir í Hvalba 2023

Try Not To Laugh 🤣😂 Best Baby And Dog Funny Moments Ever

BUBUvinur

Dýr er barnaverð

Tað kundi verið eg

The Judges Didn't Think She Could Sing... But Then She Opened Her Mouth!

Gakk tú tryggur

Eg havi eina hond

Smørið

Fimm smáar apur

Litla stúlkan með eldspýturnar

This Is the Funniest Cat You’ll See Today 😂 Try Not To Laugh

NERVOUS 12-Year-Old Who Can Sing Without Opening Her Mouth Earns Mel B's GOLDEN BUZZER!

Árni syngur "Nú liggur ein kavafonn tindi á"

Unbelievable Smart Worker & Hilarious Fails | Construction Compilation #1 #adamrose #smartworkers

